Ongi úrslit

Avtaka mótrokningina hjá arbeiðandi pensjónistum.

Atli F. Johansen, Valevni fyri Sambandsflokkin
5 tímar síðan

Føroyingar eru raskir at arbeiða, og ein stórur partur av pensjónistunum arbeiða í dag, men mótrokningin ger, at alt ov nógv halda seg aftur, tá inntøkan kemur á markið fyri mótrokning á 62.000 kr. Tøl eru frammi um, at umleið helvtin av pensjónistunum gevast, tá markið er nátt.

Tað skal verða frítt hjá pensjónistum at arbeiða, uttan at verða mótroknaðir í pensjónini. Tað hevur týdning, at ein slík skipan, sum lagt verður upp til her, byggir á, at tað altíð verður eitt frítt val hjá tí einstaka pensjónistinum - treytað av áhuga, heilsu, orku o.a.  Vit mangla arbeiðsmegi, hetta kann fáast at virka bæði lætt og skjótt.

Í stuttum siga vit, at tað skal loysa seg at arbeiða. 

Uppá spurningin um pensjónsaldurin skal hækkað, so er svarið greitt - NEI. 

Hetta eigur man at avtala við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Har eigur man sjálvandi eisini at finna eina loysn fyri tey, sum eru niðurslitin, og ikki hava havt møguleikan at spart sær sjálvum upp til eina pensjón. Soleiðis, at tey ikki skula tvingast at arbeiða longur enn neyðugt.

Atli F. Johansen

Valevni fyri Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30