Tað hevur einki við teknisk brek at gera, at Smyril avlýsti fleiri túrar herfyri.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum.
Eitt skiftið herfyri avlýsti Smyril fleiri túrar, og tá fóru leysasøgurnar beinanvegin at ganga sum rótasúpan um teknisk brek og um at nýggju síðuskrúvurnar ikki riggaðu.
Eisini Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur hoyrt hesar leyasøgurnar og tað hevur fingið hann at reisa málið fyri landsstýriskvinnuni í samferðslumálum.
Ruth Vang sigur frá Strandferðsluni, at nýggju síðuskrúvurnar, ið vórðu settar í afturskipið, tá ið Smyril var í dokk seinasta heyst, virka eftir ætlan.
Nýggju síðuskrúvurnar og nýggju hjálpimotorarnir hava styrkt afturskipið og ristingarnar eru nú munandi minni, tá ið skipið leggur at og fer frá bryggju.
Men nýggja streymskipanin, ið drívur nýggju síðuskrúvurnar, órógvar kortini eldávaringina, sum slær til.
– Tað er kortini ongan vandi fyri trygdini og tað er ikki óvanligt, at nýggjar installatiónir umborð á skipum, kunnu ávirka eldri skipanir umborð, sigur Ruth Vang.
Hon sigur, at arbeitt verður við trupulleikanum, men í løtuni ber ikki til at siga, nær brekið er rættað.
Annars leggur Ruth Vang dent á, at tað er einki samband ímillum avlýsingarnar hjá Smyrli seinastu tíðina og tekniskar trupulleikar umborð á Smyrli.
– Avlýsingar eru eina og aleina fyri veður, sigur hon.
Hon sigur, at hann lá eystaneftir í fleiri vikur út í eitt, onkuntíð eisini við nógvum vindi,.
Samstundis var harður streymur og tá ið sama ætt hevur ligið so leingi við nógvum vindi, verður alduhæddin hægri enn vanligt - umframt at eysturættirnar eru ringastu ættir hjá Smyrli at sigla.
Harumframt er støðan tann, at summar dagar er ferðaætlanin so trong, at tá ið Smyril siglir vestanfyri Sandoynna, kann vera neyðugt at leggja ein túr burturúr, serliga á hávetri og við áhaldandi eystanætt.
LES EISINI https://dimma.fo/grein/tad-eru-serliga-tvaer-orsokir-til-at-smyril-broytir-ferdaaetlan-so-ofta. Her greiðir skiparin neyvari frá, hví Smyril avlýsti so ofta eitt skifti.