Ongi úrslit

Avgerð um Russlandssáttmálan í næstu viku

Avgerð verður helst tikin í næstu viku um vit fara at halda fram við samstarvinum við Russland

Árni Gregersen
12. oktober 2023 kl. 12:21

Bíðað hevur verið eftir nær landsstýrið fer at taka eina avgerð um fiskivinnusamstarvið , vit hava við Russland.

Í dag sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at ætlanin er, at hendan avgerðin verður tikin í landsstýrinum í næstu viku og síðani verður farið í uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum við málinum.

-Eg vænti ikki, at avgerðin hjá landsstýrinum verður almenn fyrr enn eftir viðgerðina í uttanlandsnevndini, sigur løgmaður.

Verandi sáttmáli gongur út á nýggjárinum. Føæroyar og Russland hava havt fiskivinnusamstarv síðani 1977.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

Í gjár kl. 08:58

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18