Aftur nú herja følsk SMS-boð í Føroyum við tí endamálið at royna at lumpa pengar frá fólki. Tey síggja út at vera frá Samleikanum, men tað eru tey ikki, staðfesta tey í talgildu Føroyum
Í boðunum er eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan.
– Vit gera vart við, at hetta eru følsk boð, ið hava til endamáls at stjala pengar frá fólki.
Tí er tað av størsta týdningi, at tú ikki trýstir á nakað leinki.
Talgildu Føroyar, bankar, ella aðrir myngugleikar, senda ONGANTÍÐ leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar
Ein týðandi partur av trygdini hjá Samleikanum er, at Talgildu Føroyar ikki senda SMS-boð við leinkjum í, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar.
Sterk felags verja
Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur.
– Vit eiga øll at vera á varðhaldi. Við at fylgja hesum einføldu ráðum verja vit okkara talgilda samleika og trygdina hjá hvør øðrum, siga tey
Soleiðis endurnýggjar tú Samleikan trygt
Er stundin komin hjá tær at endurnýggja Samleikan, skal hetta altíð gerast eftir teimum tryggu ráðunum, sum tú longu kennir:
– Lat upp Samleika-appina.
– Far undir stillingar og vel ‘Endurnýggja Samleikan’
– Fylg vegleiðingini har og vel eitt loynital, sum er lætt at minnast og ringt at gita.
Tú kanst lesa meira á heimasíðuni www.samleikin.fo/endurnyggja
Hvat skalt tú gera, um tú ivast?
Hevur tú longu fingið boðini, skalt tú strika tey. Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan eftir vegleiðingini omanfyri.
Hevur tú illgruna um at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum.
Dømi um følsk sms-boð sæst í myndini niðanfyri.
