Tað er nakað kalt og hóast tað er komið eitt sindur út á várið, verður ávarað um háku summastaðni.
Løgreglan sigur, at fólk hava ringt til tey at greiða frá, at tað er serstakliga hált fleiri staðni í Havnini, so tey ávarað fólk um at ansa eftir.
Annars sigur Landsverk eisini frá hálku summastaðni, eitt nú á Sundi, á Høgareyni, á Heltnini og við Norðskálatunnili