Müllers Pakkhús var stúgvandi fult, tá endatiltak var har herfyri í sambandi við árliga átakið ”Nýskapan í Ferðavinnuni”. Í sjey vikur í vetur luttóku átta nýggjar og spennandi ferðavinnuverkætlanir í átakinum, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands skipaðu fyri. Talan er um afturvendandi tiltak, sum Hugskotið og Visit Tórshavn hava skipað fyri síðani 2019 til tess at stimbra menningina av nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni og at seta veruliga ferð á at menna verkætlanirnar. Átakið umfatar undirvísing, verkstovur, ráðgeving frá mentorum úr føroyska vinnulívinum umframt sparring við fremstu serfrøðina innan ferðavinnu.
50 mentorar
– Mentornetverkið fevnir um millum 40 og 50 mentorar, sum øll brenna fyri íverksetan og hava játtað at deila sína vitan og sítt netverk ”non profit” við nýggjar íverksetarar og íverksetarafyritøkur, upplýsir Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum.
Tilsamans hava hesi seks árini 45 ferðavinnufyritøkur og verkætlanir luttikið í ”vinnudíkjaraátakinum”, sum tað eisini verður rópt. – Endamálið er at eggja íverksetarum til nýhugsan á ferðavinnuøkinum og at stuðla menningini av fyritøkum, ið reka ferðavinnuvirksemi, endurtekur leiðarin í Hugskotinum.
Rundferð á Havnarvág
Tey átta nýggju og spennandi ferðavinnutilboðini, ið koma aftrat í ár, eru hesi: Egholm Tours, Explore Faroes, Nólsoyarstova, Faroe Travel, Varmakeldugarðurin, Uptour, Sansan og The Meeting Company.
Her er ein stuttur samandráttur av tilboðum teirra: Eyðun Egholm hevur stovnað fyritøkuna Egholm Tours, ið fer at bjóða ferðafólkum eina sokallaða ”luksus kanal-rundferð” á Havnarvág. Siglt verður úr Vágsbotni í søguligum umhvørvi framvið sjóvarmálanum. Umborð fer Eyðun at borðreiða við onkrum leskiligum at eta og drekka. Báturin hjá Eyðuni er el-rikin og ljóðleysur umframt at øll tøknin umborð er so burðardygg sum til ber.
Ætlanin er at hava fleiri fráferðir um dagin, og tilboðið verður galdandi alt árið. Pauli Joensen eigur fyritøkuna Explore Faroes, sum fer at sigla við ferðafólki við fráferð úr Kollafirði og Sundalagnum. Explore Faroes hevur tríggjar ymiskar túrar á skránni: Fiskitúrar, túrar til Hvalastøðina við Áir og kvøldtúrar í Sundalagnum.
Boutique hotel
Anna Maria Østerø og familjan eiga og reka Nólsoyarstovu, sum er eitt sokallað ”luksus boutique hotel” á Kongabrúnni í Havn. Søguliga húsið frá 1700-talinum er sett í upprunastand við atliti til burðardygd og varðveitan. Anna Maria og toymi hennara bjóða gestunum eina ”high-end” og persónliga uppliving.
Sabina Poulsen er ferðaleiðari og bjóðar túrar við felagi sínum Faroe Travel. Hon eigur eisini summarhús í Søldarfirði, sum hon leigar út. Harumframt bjóðar hon ferðafólkum heim til sín til føroyskan mat og mentan. Sabina kom í sínari tíð til Føroya sum útlendingur og sær Føroyar og føroyska mentan úr einum eitt sindur øðrvísi sjónarhorni enn vit onnur, samstundis sum hon dugir væl at greiða frá føroysku siðvenjunum fyri ferðafólki.
Matstovur í fjósum
Bára Joensen og maður hennara reka Varmakeldugarðin í Gøtu. Í 2021 bygdu tey sær nýtt fjós, ið hevur matstovu á loftinum. Har bjóða tey gestum til veitslur, fundir og onnur tiltøk í nýmótans hølum. Borðreitt verður við mati frá garðinum, meðan gestirnir kunnu njóta útsýni yvir fjósið og neytini har.
Eirikur á Húsamørk hevur sett á stovn fyritøkuna Uptour, ið veitir heildarupplivingar til ferðafólk frá komu til fráferð. Eirikur hevur eisini fjós í Leirvík, har hann bjóðar vitjandi til ein betri bita. Navnið Uptour stavar frá navnframa Uppsala Pætur, og her fæst alt at vita um garðin á Húsamørk, hvørs søga røkkur heilt aftur til 18. øld.
Knassastova og fundarpakkar
Sólgerð Andreassen (Sansan) hevur skrivað fleiri barnabøkur, m.a. ”Knassi og Rokkarin”. Hon er nú í holt við at skapa ein heim rundan um teir báðar við denti á, at ferðafólk kunnu lesa um føroyska mentan og siðaarv á ein stuttligan og barnavinarligan hátt. Sólgerð letur eisini sítt egna heim upp fyri ferðandi við børnum, ið ynskja at vitja Knassastovu í Fuglafirði.
Í Havn hevur Michael Koba sum tann seinasti av teimum átta nýggju íverksetarunum stovnað fyritøkuna The Meeting Company. TMC, ið er stutta navn á fyritøkuni, veitir skræddaraseymaðar fundarpakkar til føroyskar og útlendskar kundar, ið ætla at hava fundir ella ráðstevnur í Føroyum. Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, sigur at enda, at tey altíð eru fús at vegleiða nýggjum íverksetarum og íverksetarafyritøkum innan m.a. ferðavinnuna.