Ein maður hevur skotið og dripið átta børn í býnum Shreveport í amerikanska statinum. Hettar hendi klokkan seks í morgun amerikanska tíð. Óhugnaliga hendingin, er eftir øllum at døma eitt familjumorð [domestic violence, ritstj.]
Børnini, sum vóru dripin, vóru millum 1 og 14 ár, og nøkur teirra vmeru í ætt við gerningsmannin.
Tvær vaksnar kvinnur vóru eisini skotnar í skottilburðinum, og ein teirra er í lívsvanda. Ein av kvinnunum var í parlagi við mannin.
Maðurin flýddi av staðnum í einum rændum bili, men var dripin av løgregluni undir eftirfylgjandi biljagstran.
Sí tíðindafund her