Ongi úrslit

Atli Gregersen: Ikki neyðugt at siga nakað

- Dysturin í dag má vinnast

Jonhard Hammer
8. juli kl. 12:43

Í kvøld klokkan 19 bríkslar belgiski dómarin dystin í gongd millum Víking og Lincoln við Djúpumýru í Klaksvík.

Viðmerkjarar hava kallað hetta eitt dreymalutakast fyri Víking, og føroyameistararnir eru eisini favorittar sambært veddingarfyritøkunum.

Liðformaðurin hjá Víkingi, Atli Gregersen, sigur seg vera spentan til dystin, sum hann sigur er tann størsti fyri Víking í fleiri ár.

-    Dysturin í dag má vinnast tí dysturin í Gibraltar verður leiktur 17-tíðina, og tá vera tað eini 30 gradir. Vøllurin í Gibraltar er eisini sera vánaligur. Lincoln hava keypt seks nýggjar leikarar, og fleiri av teimum spæla við landsliðnum hjá Gibraltar, so teir satsa pengar uppá at koma víðari, sigur Atli Gregersen við Dimmalætting.

Atli vónar at tað koma nógvir áskoðarar, sum fara at geva víkingunum fullan uppbakning, sum kann tryggja Víkingi eina stigi.

-    Sum aldursforseti hvat fert tú at siga við tínar viðleikarar áðrenn dystin?

-    Tað er ikki neyðugt at siga nakað. Allir okkara leikarar hava síðan teir vóru smádreingir spælt Champions League í playstation og teldunum. Teirra dreymur er nú vorðin veruleiki, so eg noyðist onki at siga. Teir eru motiveraðir og klárir.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14