Ongi úrslit

Atlantsflog hækkar ikki prísin á ferðaseðlum - ikki enn í hvussu so er

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Støðan úti í Heimi er ógvuliga ótrygg og tað hevur ført við sær, at prísurin á olju er hækkaður munandi.

Tað eru eisini fleiri flogfeløg, og onnur flutningsfeløg, sum longu hava staðfest, at prísirnir á ferðaseðlum hækkar munandi - onkur hevur tosað um  príshækkingar upp á yvir 20 prosent.

Og heldur kríggið í Iran fram, er vandi fyri enn fleiri príshækkingum.

Men Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur at enn hevur Atlantsflog ikki hækkað prísirnar av hesi orsøk, og tað er heldur ikki nakað, sum bendir á, at tað fer at henda í nærmastu framtíð.

Hinvegin eru prísirnir hækkaðir nakrar tíggjutals krónur av øðrum orsøkum, eitt nú tí at flogvallir hava hækkað avgjøldini, eisini Vága Floghavn.

Men tey meta um støðuna alla tíðina og heldur kríggið fram, er ómøguligt at siga, hvat kann henda, sigur stjórin í Atlantsflogi.

– Men tað er ikki støðan í løtuni, sigur hon.

Hon sigur, ein stórur partur av brennievnininum, Atlantsflog keypur, er prístryggjað í eina tíð, so beint nú hækka prísirnir ikki.

Veitararnir siga, at teir stúra heldur ikki fyri, at brennievnið fer at mangla, í hvussu so er ikki í nærmastu framtíð, tí at tey fáa ikki bara brennievni úr Miðeystri, men eisini aðrastaðni frá.

Tað er eisini nógv annað enn prísirnir á brennievni, sum kann ávirka støðuna. Talan kann vera um, at fleiri fólk fara at koma hendavegin, tí støðan er so ótrygg sunnanfyri. Tað kann eisini henda, at fólk bara setast aftur og fara ikki at ferðast yvirhøvur - bara fyri at nevna tvey dømi um, hvat kann henda.

– Vit eftirmeta støðuna alla tíðina og vit skulu eisini tryggja, at vit eru kappingarfør, men heldur hendan støðan fram, ber ikki til at siga, hvat kann henda, sigur Jóhanna á Bergi.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02