Atgongumerkjasølan gongur væl

Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum B36 og HB gongur væl. Seinnapartin týsdagin vóru umleið 2.400 atgongumerki seld.

Tíðindaskriv
30. oktober 2024 kl. 11:59

Væntandi verða nógv fólk á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 19:00, tá havnafeløgini, B36 og HB bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið 2024.

Sølan av atgongumerkjum til ársins steypafinalu hjá monnum gongur væl, og seinnapartin týsdagin vóru umleið 2.400 atgongumerki seld.

Seinast, hesi bæði liðini møttust í steypafinaluni, var í 2018, og tá var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn teir gott og væl 3.300 áskoðararnir sóu liðskiparan hjá B36 taka ímóti Løgmanssteypinum.

Atgongumerki til ársins steypafinalu hjá monnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.

Í samband við finaluna eru áskoðaraplássinum á Tórsvølli býtt ímillum B36, HB og uttanveltaðar áskoðarar.

Bólkarnir 101 til 104 eru til HB fjepparar, bólkarnir 105 til 108 eru ætlaðir til B36 fjepparar, meðan bólkarnir 114 til 116 eru settir av til uttanveltaðar áskoðarar.

Í hesum samband er vert at nevna, at bólkarnir 102 til 104 hjá HB eru útseldir, og bólkarnir 105 til 107 hjá B36 eisini eru útseldir.