Ongi úrslit

Ási er nýggjur á landsliðnum

Eyðun Klakstein ætlar sær til Kroatia fyri at spæla fyri møguleikanum at vinna seg til HM endaspælið í Amerika

Jonhard Hammer
3. november 2025 kl. 10:07

Ein heilt nýggjur maður var á listanum, tá ið Eyðun Klakstein nú fyrrapartin kunnaði um, hvørjum 23 spælarum hann hevur sent boð eftir at vera við á ársins síðstu landsliðsferð.

Jóannes K. Danielsen er leikbannaður, og tí hevur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari sent boð eftir Ása P. Dam úr HB.

Ási P. Dam hevur ongantíð áður verið á A-landsliðnum. Hann hevur áður verið níggju ferðir á U-21 landsliðnum.

René Shaki Joensen er við aftur, meðan Hallur Hansson framvegis er so mikið darvaður av skaða, at hann ikki er úttikin.

-Vit hava framvegis møguleika at vinna okkum í HM endaspælið, sum næsta summar verður í USA, Kanada og Meksiko, og tað er okkara ábyrgd at spæla fyri tí møguleikanum. Tað snýr seg um tað, sum hendir á vøllinium, og vit vita, at tað skal ganga upp í hægri eind, sum tað skal eydnast. Vit skulu vinna ímóti Kroatia, og Gibraltar skal hjálpa okkum, sigur landsliðsvenjarin.

Í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpinum sigur Eyðun Klakstein, at úrslitini og avrikini seinastu tíðina hava borið við sær, at áhugin frá útlendskum er vaksin. Eitt nú New York Times og The Times hava víst áhuga fyri føroyska landsliðnum.

Samuel Johansen Chukwudi og Brandur Hendriksson Olsen eru skaddir, og Noah Mnenéy og Arnbjørn Svensson eru aftur í 23 manna hópinum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

3 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47