Ongi úrslit

Asbjørn og Jens og Jónheðin bjóða seg fram

Mikudagin 25. mars verður greitt, hvør verður valdur í Føroya Stiftstjórn, og hvørji vera vald í Próstadømisráðið

Jonhard Hammer
6 tímar síðan

Tann 25. mars 2026 verður val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið.
Valið fer fram á kirkjuráðsfundi í døgunum frá 4. – 25. mars 2026.

Atkvøðuseðlarnir skulu verða valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mars kl. 13.
Atkvøðurnar verða taldar upp sama dag, 25. mars 2026 kl. 13,15.

Uppteljingin er almenn og verður í Biskupsgarði.

Valevnini til Føroya Stiftsstjórn:
Asbjørn Mikkelsen, Skála
Jens Jensen, Tjørnuvík
Jónheðin H. Tróndheim, Argir.

Ein limur verður valdur í Stiftstjórnina, har hinir limirnir eru biskupur, sum er fastur formaður og eitt umboð, sum verður tilnevnt av landsstýrisfólkinum í mentamálum.

Valevnini til  Próstadømisráðið:
Alis Højsted, Funningur
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Norðagøta
Edvard í Skorðini Joensen, Sandavágur
Eghild Poulsen, Kunoy
Kathrina Lindenskov Holm, Tórshavn
Rakul í Gerðinum, Vestmanna
Ulla Bærentsen, Vágur.

Kirkjuráðini velja fýra limir í Próstadømisráðið, og dómprósturin er fastur limur.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25