Ongi úrslit

Ársins fyrsti dystur er fluttur til leygardagin

Ársins fyrsti dystur í MeistaraDeildini hjá monnum, sum er millum AB og B68, er fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45

© Mynd: Hans Erik Danielsen
Ársins fyrsti dystur í MeistaraDeildini hjá monnum verður Inni í Vika á Argjum leygardagin 7. mars klokkan 16:45 -
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
3 tímar síðan

Eftir ætlan skuldi MeistaraDeildin 2026 verið sparkað í gongd í annaðkvøld, fríggjakvøldið 6. mars klokkan 18:30.

Men orsaka av keðiligari verðurforsøgn, hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at dysturin millum AB og B68, sum skuldi vera Inni í Vika á Argjum í annaðkvøld, verður fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45.

Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða sum upprunaliga ætlað spældir sunnudagin 8. mars. Í Sørvági fær 07 Vestur vitjan av KÍ, NSÍ og Víkingur møtast í Runavík, B36 og EB/Streymur spæla í Havn, og á Skála fáa skálamenn vitjan av HB.

Allir dystirnir, uttan dysturin undir Mýruhjalla á Skála, byrja klokkan 15:00. Á Skála verður fyrsta bríksl klokkan 17:15.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45