Tað endaði 0-0, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av B36. Hetta var fyrsti dystur í øðrum umfari í ársins landskapping. Úrslitið ber við sær, at Víkingur framvegis ikki hevur skorað mál í ársins landskapping, tí í fyrsta umfari tapti Víkingur 1-0 í Runavík.
-Vit harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna, tí vit høvdu møguleika at vinna, tá ið vit síðstu løtuna vóru 11 ímóti 10, sigur venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen.
Fyri fyrstu ferð, síðani hann undan kappingarbyrjan skifti úr norskum fótbólti og til Víking, var 18 ára gamli Aron Benjaminsen millum teir fyrstu ellivu.
Ímóti NSÍ varð hann skiftur inn, og tá sá hann gula kortið, og tað gjørdi hann eisini í kvøld.
-Vit høvdu møguleika at skora mál og vinna, men tað eydnaðist tíverri ikki. Tað er tíðliga á árinum, og vit fara heilt víst at mennast sum lið, og leikliga avrikið var á góðari leið í kvøld, sigur Aron Benjaminsen.
At tú nú ert komin til Víking, vil tað siga, at tú hevur slept ætlanini um at verða fulltíðarspælari uttanlands?
-Tá ið eg var heima í jólafrí, vandi eg við Víkingi, og tað dámdi mær væl. Vit hava skrivað undir sáttmála, sum fevnir um trý ár, og fyribils havi eg fokus á at vera í Víkingi. Hvussu tað verður í framtíðini fáa vit at síggja, sigur Aron Benjaminsen.
Vongverji í høgru hjá B36 er Bergur J. Poulsen, sum vaks upp í Sarpugerði, áðrenn hann fór at spæla við EB/Streymi og í fjør flutti til B36.
-Vit ætlaðu okkum øll stigini, men tá ið vit mistu ein mann, ráddi tað fyrst og fremst um at halda tørn um javnleikin, og tað eydnaðist. Vit ætla okkum at røkka longri í ár, enn vit gjørdu í fjør. Malið er at vinna steypakappingina og í landskappingini at enda á heiðursmerkjaplássi, sigur Bergur J. Poulsen.
Víkingur – B36 0-0
Heini Ziska Viðoy
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Jósef Olavsson Gleðisheygg, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Mikkel Hyllegaard – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Aron Benjaminsen
B36: Silas Eyðsteinsson - Bergur J. Poulsen, Heini Vatnsdal, Mattias Weihe Joensen, Símun Sólheim – Jógvan Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Dávid B. Andreasen – Ragnar Samuelsen – Torgeir Børven, Boubacar Dabo