Ongi úrslit

Árni var við í fimm málum

KÍ er nýtt topplið eftir stórsigur á heimavølli ímóti B68, meðan B36 ikki megnaði at skora ímóti Skála, sum vann ársins fyrsta stig

Jóannes Hansen
8 tímar síðan

Í kvøld vóru tveir teir fyrstu dystirnir í fimta umfari í Meistaradeildini. Í Klaksvík vann KÍ 6-1 ímóti B68, sum harvið legði rygg til annað stórtapið á útivølli. Tað fyrra var í triðja umfari, tá ið B68 tapti 6-0 í Gundadali ímóti B36.

Í kvøld hevði B36 vitjan av Skála, men tað eydnaðist ikki B36 at skora mál, og so endaði tað málleyst. Hetta var fyrsta stigið hjá Skála síðani liðið í heyst flutti upp í bestu deildina. Undan hesum dystinum hevði Skála fýra ferðir tapt við einum máli.

Skálamenn vístu framúr hugburð í Gundadali. Teir vóru væl skipaðir í verjupartinum, og tað kendist vera broddur í, tá ið teir royndu seg í skjótum mótálopum.

Í Klaksvík var Árni Frederiksberg heilt stóri maðurin. Hann var tvífaldur málskjútti, og hann legði upp til trý mál. Fýra minuttir undan steðginum noyddist Patrik Johannesen, sum var fyrsti KÍ málskjúttin, av vøllinum, tí hann var skaddur. Dávid Reynheim var avloysari, og fram ímóti dystarenda staðfesti hann 6-1 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá Dávidi, síðani hann skifti úr italskum fótbólti og til KÍ.

Jákup B. Andreasen stútaði 2-0 málið eftir horna frá Árna Frederiksberg, og Filip Brattbakk økti tíðliga í seinna hálvleiki um munin til 4-0, og eisini tá átti Árni Frederiksberg uppleggið.

Einsamalla B68 málið skoraði innskifti  Loick Lespinasse. Framrættaði franski spælarin varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, og eftir at hann vann bóltin av heimaverjuni, rak hann langan tein, áðrenn hann hegnisliga lyfti bóltin upp um KÍ málverjan.

Í morgin

Víkingur – AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

NSÍ – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

EB/Streymur – HB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15