Ongi úrslit

Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðsungdómsvenjari í KÍ

Umframt nógvar royndir á vøllinum, sum bæði leikari og venjari, so hevur Arnbjørn eisini lokið UEFA A-Diplom og UEFA A-Elite Youth Diplom útbúgving

ki.fo
6. oktober kl. 22:02

Tað er ein føroyingur við nógvum royndum og góðari fótbóltsútbúgving, ið fer at stjórna akademinum hjá KÍ komandi árini

- Hetta verður sera spennandi, og vit eru vís í, at ungdómurin hjá KÍ hevur fingið ein dugnaligan og væl skikkaðan leiðara at standa fyri allari ungdómsdeildini hjá felagnum.

- Okkara vón er, at hetta fer at styrkja enn meiri um akademiið, og at vit fara at fáa enn betri úrslit á vøllinum og hjá tí einstaka leikaranum sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Arnbjørn Danielsen hevur drúgvar royndir sum venjari, eitt nú hjá B68 og B36. Hann hevur staðið á odda fyri nógvum ungdómsliðum, verið hjálparvenjari í bestu deildini og høvuðsvenjari í bestu kvinnudeildini. Umframt alt hetta, so hevur hann eisini sjálvur spælt gott 300 dystir í bestu føroyskum deildini fyri ávikavist B68 og B36.

- KÍ er eitt stórt, spennandi og sigursríkt felag, sum arbeiðir sera miðvíst. Eg havi mangan spælt móti KÍ í Klaksvík, og Djúpumýra er eitt av teimum støðunum í Føroyum, sum hevur verið karmur um heilt serligar fótbóltsupplivingar, sigur Arnbjørn Danielsen.

- Eg gleði meg at koma í gongd, og fari beinanvegin undir at fyrireika komandi árið. Eg síggi fram til at arbeiða saman við teimum dugnaligu venjarunum sum longu eru í KÍ, og fari saman við teimum, at gera alt fyri, at støðið á ungdómsarbeiðinum hjá KÍ kann lyftast enn hægri.

Umframt nógvar royndir á vøllinum, sum bæði leikari og venjari, so hevur Arnbjørn eisini lokið UEFA A-Diplom og UEFA A-Elite Youth Diplom útbúgving.  

- Í samráð við leiðsluna verður mítt fokus á breiddina, samstundis sum elitan skal mennast. Málið er at fáa enn fleiri landsliðsleikarar og betri úrslit í ungdómsdeildunum í føroysku kappingini, sigur Arnbjørn Danielsen at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48