Ongi úrslit

Arctic Sentry er sett í verk

Nú verður eitt breiðari NATO-spor

© NATO
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

NATO boðar frá, at Arctic Sentry er sett í verk. Hettar er eitt átak hjá NATO, sum skal betra um trygdina og eftirlitið í Arktis.

Forsvarsministeriet skrivar at enn er ov tíðliga at siga nakað um júst hvussu virksemið verður skipað. Danmark fer sjálvsagt at stuðla munandi, í tøttum samstarvi við Grønlandi og Føroyum.

Átakið er partur av eini størri avtalu um at minka um innanhýsis spenningin innan NATO í kjalarvørrinum av samrøðu millum Trump og Mark Rutte um Grønland. Teir tosaðu saman, tá WEF helt árliga fund teirra í Davos Sveits.

Hettar skrivar Reuters.

- Tað er greitt gott fyri Danmark, at málið er flutt frá tvílanda Danmark-USA sporið til eitt breiðari NATO spor nú, sigur Christine Nissen frá Den Europæiske Tænketank við TV 2.

Sambært henni fer nýggja NATO-uppgávan eisini at hava við sær, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at hava truplari við at argumentera fyri, at Danmark ikki ger nóg stór átøk í trygdini í og ​​kring Grønland.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

Í gjár kl. 17:15