Í kvøld, 26. apríl verður eitt rimmar kvøld í OY!
Har fer eingin annar enn Annika Hoydal, saman við frálíku tónleikarunum, Benjamin Petersen, Bartal Augustinussen og Torleik Mortensen, at traðka framm pallin!
Tey fara undir heitinum “Økistónar” at frammføra bæði nýggj og gomul løg.
Multitalentið Annika Hoydal sum er hálvur dani, og sum hevur verið útiseti í nógv ár, er “still going strong” og er enn opin fyri nýggjum avbjóðingum, hóast hon fyllur 80 ár 19. novembur í ár.
Ein útgáva hjá Anniku, eitur “Spor í sjónum/ Spor i vandet, og sum OY so rætt lýsa á teirra heimasíðu, so hevur hon um nakar, gjørt akkurát tað, sett rimmar spor í sjógvin.
Saman við beiggja sínum Gunnari Hoydal, sála, hevur hon smíðað og ríkað okkum við sangum sum eru vorðnir fólkaogn. Vit føroyingar eru nokk fáir í tali, sum ikki duga at syngja við tá vælkendu orðini “altíð ræddist eg taran í sjónum” runga yvur Vaglin, tá vit standa sum sild í tunnu hvørt ár á òlavsøku og skrála við á “Aldan” og aðrar klassikara.
Tað sum kanska ikki øll vita er, at hon framførdi hendan sangin í “Dansk Melodi Grand Prix” í 1979 har hon fekk eitt 4. pláss.
Annika hevur verið víða um í sínum áhugaverða og virkna lívi. Hon hevur búð í Ekvador, Suðuramerika saman við familju síni í nøkur ár. Eisini hevur hon búð í Spania og Skotlandi.
Køkurin í OY opnar í dag kl. 11.30 og er opin inntil kl. 20.00.
Konsertin sjálv byrjar kl 21.00 og kosta atgongumerkuni 200 kr.
Í skrivandi løtu eru en atgongumerkir eftir. Bílegg