Ongi úrslit

Andrew prinsur missur sínar kongaligu titlar

© Daniel Leal, AFP/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
17. oktober kl. 21:00

Eftir samrøður við kong Charles, er tað avgjørt, at Andrew prinsur fer at gevast við at nýta sínar kongligu titlar.

Andrew hevur eina tíð, síðani hann var settur í samband við Jeffrey Epstein, verið settur úr kongsfamiljuni sum virkin limur, og hevur eisini mist rættin at brúka heitið sum Hansara Kongaliga Hátign

Hann missir nú eisini restina av sínum kongaligu titlum eftir fleiri ákærur móti honum.

Tað sigur hann í skrivligari fráboðan, sambært BBC.

- Í samrøðum við kongin og mína nærmastu familju eru vit komin til ta niðurstøðu, at framhaldandi ákærurnar móti mær taka fokus burtur frá arbeiðinum hjá hansara hátign og kongshúskinum, sigur hann í fráboðanini og leggur afturat:

- Við samtykki frá Hansara hátign føla vit, at eg nú skal taka eitt fet víðari. Eg fari tí ikki longur at brúka mítt heiti ella tær heiðurslønir, sum mær eru givnar.

Sum eg áður havi sagt, so avvísi eg harðliga tær ákærir, sum eru framdar móti mær.

Andrew prinsur hevur fingið kritikk fyri, millum annað vinarlagið við tann nú deyða kynsbrotsmannin og handilsmannin Jeffrey Epstein.

Eisini hevur hann verið skuldsettur fyri at hava neyðtikið avstralsku kvinnuna Virginia Giuffre, tá hon var 17 ára gomul í 2001.

Hon varð tá - sambært síni egnu útsøgn, í eitt tíðarskeið útnyttað sum kynstræla av Jeffrey Epstein.

Tað sum nú er komið fram er, at Andrew sendi Epstein ein teldupost 28. februar 2011, dagin eftir at kenda myndin av honum, Giuffre og Ghislaine Maxwell varð almannakunngjørd.

Hann skrivaði tá til Epstein, at teir skuldi halda tætt samband og vísti á ynski um at teir skuldu "spæla meira skjótt". Eisini skal hann hava skrivað "vit eru í hesum saman".

Andrew prinsur noktar at hava misnýtt Giuffre, men fekk tó eina semju í lag við hana, har hon fekk eina pengaupphædd fyri ikki at fara víðari við málinum.

Virginia Giuffre gjørdi sjálvmorð fyrr í ár

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39