Ongi úrslit

Virginia Giuffre funnin deyð

Familjan hjá Giuffre hevur givið út eina fráboðan, har hon staðfesti, at Virginia er deyð fyri egnaru hond.

Jóhanna Højgaard
26. apríl kl. 09:25

Virginia Giuffre, nokk mest kenda vitni ímóti Jeffrey Epstein og Ghislaine Maxwell. Hon sum ákærdi Jeffrey Epstein fyri kynsligan ágang og menniskjahandil, er deyð.

Familjan hjá Giuffre hevur givið út eina fráboðan, har hon staðfesti, at Virginia doyði fyri egnaru hond í gjár 25.04.

" Tað er við fullkomiliga knústum hjørtum, at vit boða frá, at Virginia andaðist í gjárkvøldið í heiminum hjá sær í Vestur-Avstralia. Hon er deyð fyri egnari hond, eftir at hava verið eitt lívslangt offur fyri kynsligum ágangi og kynsligum handli," stendur í fráboðanini.

Virginia, sum annars er fødd í USA, búði í Avstralia í nógv ár saman við manni sínum Robert, tey vóru nýliga sundurskild. Saman eiga tey trý børn.

Í mars skrivaði Giuffre eitt uppslag á Instagram har hon boðaði frá, at hon hevði fáar tímar eftir á lívi. Hon hevði tá verið í einum ferðsluóhappi sum meislaði henni nýrini.

Virginia bleiv longu sum barn útsett fyri kynsligum ágangi og hevur hon í fleiri ár verið forsprákari fyri kynsliga misnýtt offur.

Tað var tá hon helt sína nýføddu dóttur í sínum ørmun, at hon bleiv greið yvur, at henni noyddist at kempa ímóti teimun sum hava missnýtt hana, og so mong onnur.

Virginia bleiv 41 ár.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48