Ongi úrslit

Andrea Heinz hevur granskað húð í 17 ár

Andrea hevur granskað húð í 17 ár og tað er ein serligur matvøru lutur hon heldur seg langt frá

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
29. august kl. 19:00

Sólkrem, andlitsreins og fuktgevandi krem ​​eru trý ting, sum Andrea Heinz heldur, at øll skulu hava í teirra húðrøkt. Men góð húðrøkt snýr seg eisini um matvanar.

Andrea Heinz brúkar meginpartin av sínari tíð, til at ansa eftir húðini og kroppinum.

Alt frá húðrøkt til venjing og kost.

Andrea hevur arbeitt við húð í meira enn 17 ár, og í dag er hon granskari á Apoteksdeildini á Københavns Universitet.

Húð er ikki bara ein áhugi, sum hon hevur gjøgnum sítt arbeiði. Hvørt stig í hennara gerandisdegi hevur til endamáls at geva kroppinum bestu umstøður í framtíðini.

Hetta er serliga galdandi fyri hennara kost, og har er ein matur, sum hon heldur seg langt frá, vegna húðina

Tann stóri syndarin

Reinska sukur er tann stóri syndarin. Andrea heldur seg langt frá reinska sukur, sum er at finna í nógvum virkaðum vørum.

Sukur bindur seg til kollagenfibrarnar, sum hava ábyrgdina av fastleika og elastisiteti í húðini, og elastinfibrarnar, sum hava ábyrgdina av elastisitetinum.

- Tá eg smakki frukt, sum inniheldur natúrligt sukur, smakkar tað nógv betur og kroppurin fær góða orku av henni, sigur hon

Andrea syrgir fyri at eta heilsugóðan mat, sum er fyltur við vitaminum og evnum, sum húðin kann brúka til at síggja frísk út.

Dømi um hetta eru kosttrevja, grønmeti, nøtir og bláber.


Mest lisið hesa vikuna

Skal ungdómurin eggjast at droyma kommersielt?

29. august kl. 23:43

Stolnir málningar á rótikassanum

28. august kl. 13:32

Tvær bygdir í Suðuroy fáa grind í dag

Í gjár kl. 16:39

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

26. august kl. 12:15

Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið

Í gjár kl. 10:12

Háaktuelt: Vilmund á veg til Rødbygaard – brot úr lívssøgu hansara

29. august kl. 14:18