Á heysti í 2024 stovnaðu systrarnar Linda Næss Johannesen og Barbara Næss Gunnarsson fyritøkuna Amazinghelpers.fo.
Linda og Barbara eru uppvaksnar á Argjum og hava ymiskar útbúgvingar. Barbara er útbúgvin innan bókhald og fíggjarstýring, meðan Linda er útbúgvin innan speditión, altjóða handil og marknaðarføring – Við hesum fevna kompetensurnar breitt.
Amazinghelpers.fo bleiv stovnað fyri at kunna geva eitt sindur aftur til nærumhvørvi, tí vit vita, hvussu hart tað kann vera at reka eitt felag ella at savna pening saman til námsferð, kappingar osfr.
Amazinghelpers.fo selur fyrsta floks frystivørur og letur samstundis ein part av søluni í stuðli til ein samstarvsfelaga hjá Amazinghelpers.fo.
Ein samstarvsfelagi kann vera eitt ítróttar- ella áhugafelag, skúlaflokkur ellar ítróttarlið, ið savna pening saman til eitthvørt. Samstarvið er leypandi, og tískil kann man keypa og stuðla fleiri ferðir yvir eitt tíðarskeið.