Um ársskiftið lækkar ALS gjaldið aftur. Fyri familjur við inntøku á 800.000 kr. merkir lækkingin, at tær nú skulu rinda 3.200 kr. minni til ALS, enn tær gjørdu í 2023.
Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Margit Stórá, vil at gjaldið, sum í dag er 0,8 prosent, skal lækka niður í 0,6 prosent. Margit Stórá sigur í viðmerking:
- Fyri kroystu barnafamiljurnar ger lækkingin góðan mun saman við ætlanunum hjá okkum um at hækka barnafrádráttin og at taka MVG’ið av fleiri gerandisvørum. Eisini hava lág- og miðallønt fingið eina trivaliga skattaminking í ár.
Hetta er aðru ferð at samgongan lækkar gjaldið til arbeiðsloysisskipanina. Fyrru ferð var í 1. januar í 2024, tá gjaldið eisini lækkaði við 0,2 prosent stigum. Samlað sæð er lækkingin sostatt 0,4 prosent yvir tvey ár.
Lækkingin í ALS gjaldinum er gjørd í samráð við stýrið fyri ALS.