Ongi úrslit

Álopsspælari flytur úr Vági og til Fuglafirðar

ÍF hevur skrivað undir sáttmála við 24 ára gamla Teit Hjelm, sum tvey tey næstu árini verður í reyðu troyggjuni hjá fuglfirðingum

ÍF Fuglafjørður
8. november 2025 kl. 14:30

ÍF skrivar soleiðis í dag:

Tað er við stórari gleði, at vit kunnu avdúka, at vit hava megnað at fingið Teit Hjelm norður um Suðuroyarfjørð. Orkuríki áleyparin hevur seinastu árini verið fastur maður hjá FC Suðuroy, sum hava flutt upp tvey ár á rað, áðrenn tað í ár endaði við niðurflyting til 1. deild. Teit var við í 22 av dystunum í Betri deildini, umframt at hann spældi við í báðum dystunum í kappingini um Løgmanssteypið, og skeyt hann tilsamans 3 mál fyri FC Suðuroy. Við nógvari orku, arbeiðssemi og einum stríðshugburði kemur Teit óivað at styrkja um liðið hjá okkum. Teit hevur skrivað undir 2 ára sáttmála við okkum.

Vit bjóða Teit hjartaliga vælkomnan í reyða ÍF búnan og gleða okkum til komandi tvey árini saman við honum.

Vit fegnast eisini um at kunna boða frá, at Ruben Møller Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við okkum fyri kappingarárið 2026. Miðvallaleikarin, sum hevur verið okkara síðani 2023, tekur enn eitt tørn. Við sínum góða stríðsvilja, hevur Ruben verið ein týðandi partur av hópinum, og gleðast vit um, at hann heldur fram hjá okkum, skrivar ÍF í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10