Ongi úrslit

Almennur fundur um eldraøkið í framtíðini.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
30. november kl. 10:43

Hvussu skal eldraøkið í Suðuroy mennast tey komandi 10 árini? Hetta er evnið, sum er á skrá á almennum fundi, sum Bú- og Heimatænastan í Suðuroy skipar fyri 2. desember.

Á skránni er:

Kunning um arbeiðið at gera eina farmtíðarætlan fyri eldraøkið í Suðuroy

Pallborðskjak um eldraøkið og framtíðina

Spurningar og sjónarmið frá salinum

Høvi verður at seta spurningar og at siga sína meining um, hvussu eldraøkið kann skipast og mennast tey komandi árini.

Hesi manna pallborðið:

- Finnleif Guttesen

- Maud Næs

- Kristin Michelsen

- Maureen Augustinussen

Orðstýrari: Heri Norðberg, stjóri í Bú- og Heimatænastuni.

Tiltakið verður í Salt týskvøldið 2. desember kl. 19.00.

Kunning um arbeiðið við framtíðarætlanini er tøk her.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37