Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Almannaverkið boðaði einum borgara frá, at umlættingartilboðið hjá barni borgarans flutti úr Tórshavn til Sands. Almannaverkið metti, at talan var um sonevnda útinnandi fyrisiting. Umboðsmaðurin metti hinvegin, at fráboðanin til borgaran var at meta sum ein fyrisitingarlig avgerð. Umboðsmaðurin gav samanumtikið Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum máli.
Eitt foreldur klagaði um, at Almannaverkið í oktober 2025 hevði givið fráboðan um, at umlættingartilboðið til barn klagarans í Tórshavn um ársskiftið 2025/2026 fór at verða flutt til Sands.
Flytingin varð, sambært Almannaverkinum, tengd at fíggjarliga rásarúminum hjá Almannaverkinum, sum á fíggjarlógini fyri 2026 varð álagt at spara 8,8 mió kr.
Klagan snúði seg um, at klagarin ikki tók undir við fatanini hjá Almannaverkinum um, at flytingin skuldi metast sum útinnandi fyrisiting og ikki sum ein fyrisitingarlig avgerð. Klagarin vildi hinvegin vera við, at talan var um eina fyrisitingarliga avgerð, og at klagarin, sambært fyrisitingarlógini, átti at verið hoyrdur um ætlanina, innan hon varð framd.
Í sambandi við klagumálsviðgerðina góvu klagarin og Almannaverkið umboðsmanninum frágreiðingar og skjøl, ið vístu, at upprunaliga umlættingartilboðið hjá barni klagarans varð steðgað uttan, at framhald var í tænastuni eftir ársskiftið 2025/2026, og at barn klagarans tann 13. mars 2026, sambært Almannaverkinum, framvegis ikki hevði fingið eitt fult umlættingartilboð.
At onki framhald var í tænastuni, helt umboðsmaðurin var at meta sum ein týðandi broyting í rættarstøðuni hjá barni klagarans við tað, at tænastan í roynd og veru endaði. Umboðsmaðurin helt tí, at talan í slíkum føri ikki kundi vera um útinnandi fyrisiting. At Almannaverkið varð álagt at fremja sparingar innan sítt fyrisitingarøki, helt umboðsmaðurin ikki hevði týdning í hesum sambandi.
Umboðsmaðurin metti samanumtikið, at talan í veruleikanum var um eina fyrisitingarliga avgerð, og Almannaverkið skuldi tískil m.a. hoyrt foreldrini um ætlanina og givið teimum kæruvegleiðing samsvarandi fyrisitingarlógini.
Av hesum ávum metti umboðsmaðurin eisini, at avgerðin hjá Almannaverkinum var ógildug.
Tískil heitti umboðsmaðurin á Almannaverkið um í fyrstu atløgu alt fyri eitt at skipa fyri, at barn klagarans fekk eitt fyribils umlættingartilboð og í heila tikið eina tænastu, ið var meinlík henni, ið barnið áður hevði. Í aðru atløgu heitti umboðsmaðurin á Almannaverkið um skjótast gjørligt at gera eina meting av, við barnsins besta fyri eyga, um nýggja umlættingartilboðið til barn klagarans kundi metast sum útinnandi fyrisiting ella um talan var um viðurskifti, ið kavdu eina fyrisitingarliga avgerð.
Umboðsmaðurin helt eisini, at handfaringin av málinum ikki samsvaraði við Barnarættindasáttmálan og Breksáttmálan. Báðir sáttmálarnir hava greinar, ið snúgva seg um, at barnsins tørvur skal setast fremst. Umboðsmaðurin metti, at Almannaverkið ikki hevði sett barnsins tørv fremst í hesum máli. Hetta grundaði umboðsmaðurin á, at framhald ikki var tryggjað í tænastuni hjá barninum, og at Almannaverkið, sambært einari heildarlýsing, ið Almananverkið hevði gjørt av barninum, kendi væl til tørvin og avbjóðingarnar hjá barninum.
Umboðsmaðurin gav samanumtikið Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum máli.
Av tí at átalan til Almannaverkið var álvarslig varð fráboðan send til Formansskap Løgtingsins, løgmann og landsstýriskvinnuna í almannamálum, smb § 10 í umboðsmanslógini (løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann).
Umboðsmaðurin bað Almannaverkið lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum.
Umboðsmaðurin heitti eisini á Almannaverkið um at kanna, um aðrir borgarar vóru, ið vórðu ávirkaðir av umskipanini hjá Almannaverkinum og tí máttu metast at hava rætt til somu avgerðartilgongd, sum lýst varð í áliti umboðsmansins. Umboðsmaðurin bað somuleiðis Almannaverkið um at lata seg frætta hesum viðvíkjandi. (LUM 25/31946)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.
Álit um avgerð hjá Almannaverkinum at flyta umlættingartilboð til Sands