Ongi úrslit

Allir politikkarar burdu verið hondverkarar

Óli Jákup Jacobsen, Valevni fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið
23. mars kl. 07:00

Hondverkarar hava fleiri góðar eginleikar, men serliga ein eginleiki teirra er ógvuliga grundleggjandi: Altíð at vera loysningssinnaður. At síggja møguleikar, at hugsa eina loysn, at hugsa nøkur stig fram. Annars steðgar alt arbeiðið upp.

Mótsatt hava vit onnur, ið eru meira trupulleikasinnað, har onki ber til, onnur eru tvør, og lívið er órættvíst. Hesi koma sjáldan veruliga úr stað.

Politikkur er eisini eitt hondverk. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur síðstu árini víst, at hann er ógvuliga loysningssinnaður. At hann hevur bæði viljan og evnini at finna loysnir, at samráðast við virðing og nærlagni, at skapa úrslit (m.a. nýtt fongsul og nýggja skjótibreyt til løgregluna), at upplýsa danskar myndugleikar um føroysk viðurskifti og áhugamál. Ja, í stuttum ein góður loysningssinnaður hondverkari.

Verði eg valdur á Fólkating, fari eg at halda fram við sama loysningssinnaða hugburði, so vit kunnu fáa enn fleiri góð úrslit.

Óli Jákup Jacobsen

Valevni fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

17 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01