Tað hevur verið fitt av vindi eystaneftir og tað elvdi til, at tveir tómir aliringar, sum lógu í Hvalbiarfjørði, slitu, og róku inn á sandin.
Teir hava annars ligið ankraðir við innsiglingina úti í Nesi í samband við umvæling.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur í eini viðmerking á Facebook, at so skjótt tað viðrar aftur - og tað verður helst longu seinni ídag, er ætlanin at sleipa teir út aftur.