Ongi úrslit

Alheimshitamet seinastu 12 mánaðirnar

Sambært veðurtænastuni hjá ES Copernicus hevur hvør einstakur mánaði síðani juni í fjør verið metheitur.

Rúni Korsgaard
4. juni 2024 kl. 21:54

Sostatt er alheimshitamet sett.

Hetta boðar danska veðurtænastan DMI frá í dag.

Ikki einans lofthitin men eisini sjóvarhitin hevur verið methøgur kring knøttin. Tøl frá amerikonsku sjóvartænastuni NOAA vísa nevniliga, at havfløtuhitin hevur ligið methøgt í yvir eitt ár síðani mars 2023.

Frágreiðingin er ikki einans menniskjulig CO2-útlát, men at sjógvurin vestanfyri suðuramerikonsku strondina er heitari enn vanligt. Hetta fyribrigdið nevnist El Niño Southern Oscillation á enskum. La Niña er tað øvuta, har miðalhitin í sjónum við Tropiska Kyrrahavið er lægri enn vanligt.

Enn er óvist, hvørt veðurlagsbroytingar hava eina ávirkan á, hvussu leingi og ofta at tíðarbil við El Niño og La Niña koma fyri.

Somuleiðis ber ikki til at siga, hvørt tað er El Niño ella veðurlagsbroytingar, ið er høvuðsorsøk til hitan, sum upplivist nógva aðrastaðni enn í Føroyum í løtuni.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

22 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30