Ongi úrslit

Áki flytur til Mjällby í Svøríki

U-21 landsliðsformaðurin verður á nýggjárinum partur av svenska meistaraliðnum Mjällby

Jonhard Hammer
12 tímar síðan

Tað hevur gingið framúr væl, síðani Áki D. Samuelsen fyri einum ári síðani flutti úr HB og til Ranheim í Norra.

U-21 landsliðsspælarin var so eyðsýndur, at hann var valdur at vera ársins spælari, og nú fegnast bæði Áki D. Samuelsen og norska felagið um, at liðformaðurin á U-21 landsliðnum er seldur til svenska meistarafelagið Mjällby.

Norska fótbóltsfelagið Ranheim og svenska meistarafelagið Mjällby eru komin ásamt um at 21 ára gamli Áki Samuelsen, sum upprunaliga kemur úr HB, skiftir til svenska meistarafelagið 1. januar.

Áleyparin úr Føroyum kom til Ranheim í januar í ár og gjøgnum eitt gott kappingarár bæði fyri liðið og hann, hevur tað skapt áhuga frá øðrum feløgum, skrivar norska felagið Ranheim.

– Hetta er eitt skifti, sum er gott fyri Ranheim og gott fyri Áka. Vit fegnast um, at svensk meistarafelagið hyggur eftir Ranheim. Tað sigur nakað um dygdina á arbeiðinum, sum øll í okkara felag stuðla undir at skapa og vísir, at ungir leikarar kunnu koma til Ranheim, taka stór stig í góðum umhvørvi og fara víðari. Tað gevur eisini nýggjum leikarum møguleika at taka pallin og stuðla okkara framhaldandi menning sum lið inn í 2026, sigur ítróttarstjórin Kåre Ingebrigtsen við heimasíðuna hjá norska felagnum.

– Vit takka Áka fyri tíðina í Ranheim og ynskja honum hjartaliga til lukku við Mjällby og Champions League undankappingini í summar, skrivar felagið.

Nú eru tveir føroyingar í bestu svensku deildini, Allsvenskan. Umframt Áka er Mattias Hellisdal, sum júst er fluttur upp í Allsvenskan við Västerås. Mikkjal Thomasen er venjari hjá svenska felagnum AIK, sum eisini spælir í Allsvenskan.

Mest lisið hesa vikuna

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

Í gjár kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10