Vavið av listaatkvøðum er minkað munandi, síðan Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi.
Ein listaatkvøða er, tá veljarin setur kross út fyri floksnavninum heldur enn einum av valevnunum á listanum.
Meðan veljarafjøldin í Føroyum er støðugt vaksin, so er parturin av veljarum, sum velja ein lista heldur enn einstakt valevni minkaður munandi.
Stóra broytingin hendir á løgtingsvalinum í 2008, sum var fyrsta løgtingsvalið við einum valdømi.
Fýra ár frammanundan, í 2004, vóru tað 4.140 fólk, ið valdu ein lista heldur enn eitt einstakt valevni.
Í 2008 vóru tað 1.124 fólk, sum valdu ein lista.
Munurin var gott og væl 3.000 í einum høggi.
Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum á mest sum øllum valum – bæði løgtingsvali og fólkatingsvali – fær flestar listaatkvøður.
Á løgtingsvalinum í 2022 var býtið av listaatkvøðum hetta:
Fólkaflokkurin: 227 listaatkvøður (0,66 prosent)
Sambandsflokkurin: 404 listaatkvøður (1,18 prosent)
Javnaðarflokkurin: 364 listaatkvøður og (1,06 prosent)
Sjálvstýri: 52 listaatkvøður (0,15 prosent)
Tjóðveldi: 126 listaatkvøður (0,37 prosent)
Framsókn: 86 listaatkvøður (0,25 prosent)
Miðflokkurin: 136 listaatkvøður (0,40 prosent)