Ongi úrslit

Áhugafelagið "Lutaíbúðir" hevur Ársfund

Tíðindaskriv
8. apríl kl. 11:27

Í ár eru liðin 3 ár, síðan Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” varð stovnað, og nú er tíðin komin til at gera upp við tey árini: Er nakað komið burturúr, og hvat skal henda við felagnum frameftir? Skal felagið halda fram eftir sama leisti, skal felagið avtakast, skal felagið broyta navn og viðtøkur fyri at víðka virkisøkið ella nakað heilt annað? Tí hevur nevndin vent nakrar ferðir fyri at leggja framtíð felagsins til rættis. Tað kunnu limir felagsins taka støðu til á ársfundinum nú hóskvøldið t. 09.04.26.

  1. Framhald eftir sama leisti?

Vit í nevndini eru ikki nøgd við tað, ið er komið á skaftið hesi 3 árini, felagið hevur virkað. Gamaní fingu vit bjóðað part av íbúðum við Villingardalsvegin sum lutaíbúðir, men sammett við tær bindingar, ið slíkt íbúðarkeyp ber í sær, var tað ov dýrt. Tað hildu limir felagsins, tað hildu vit í nevndini, og tí var tann ætlanin slept. Tí halda vit í nevndini eisini, at tað er lítil meining í at halda fram eftir sama leisti, sum higartil er gjørt. 

  1. Navna- og viðtøkubroyting?

Av tí, at navnið ”lutaíbúðir” læsir felagið til ein ávísan bústaðarleist, avmarkar tað samstundis virkisøki felagsins. Men bústaðartrotið og -spurningurin fevnir um so mangt annað, m.a. eisini um leigubústaðir. Tey, ið leiga, hava ongan ella einki felag at umboða seg. Tí hugsa vit í nevndini, at tað kanska hevði verið hóskandi at víðkað virkisøkið til eisini at fevnt um tey og um onnur, ið eru rakt av sama trupulleika. Uppskot um viðtøkur, ið hóska tílíkum felagi, eru gjørdar.

  1. Avtøka og nýtt felag?

Ein triði møguleiki er at avtaka Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” fyri síðan at stovna nýtt felag, ið kann átaka sær uppgávuna at hjálpa øllum teimum, ið eru rakt av bústaðartrotinum og  -trupulleikanum.

  1. Avtøka?

Verður felagið tikið av og strikað, ber tað í sær, at tá er eingin privatur felagsskapur ella nakað felag til at hjálpa teimum, ið eru rakt av bústaðartrotinum. Og verður felagið tikið av, skal støða takast til, hvat skal gerast við ognir felagsins.
Men hevði tað ikki verið at givið skarvin yvir?

  1. Samanumtøka.

Vónandi møta limir felagsins á fundi, vónandi møta fólk, ið búgva til leigu, vónandi møta onnur áhugað, so at vit fáa eina góða og sakliga viðgerð, ið greitt leggur kósina frameftir viðvíkjandi íbúðarspurninginum í Føroyum. Tí okkurt má og skal henda. Og vit í felagnum vóna at síggja nógv fólk í Smæruni hóskvøldið klokkan 19.00.


Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10