Ongi úrslit

Afturvísa pástandum úr USA

Trump hótti við Embargo

© Altinget
Spanski forsætisráðharrin Pedro Sanchez
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Spania afturvísir amerikansku pástandunum sum Karoline Leavitt kom fram við, á skund-tíðindafundi fyri løtu síðani.

Hon boðaði frá, at Spania nú hevur játtað at samstarva við amerikanska herin.

- Eg haldi, at tey hoyrdu boðini frá forsetanum í gjár hart og greitt. Tað er mín meining, at tey seinastu tímarnar hava játtað at samstarva við amerikanska herin, segði hon.

Men hetta avsannar ein spanskur ráðharri eftir øllum at døma fyri tíðindastovuni AFP.

Spanien hevði annars í gjár avgjørt, at USA ikki fekk loyvi at nýta militerbasar í Spania at føra álop á Iran frá.

Trump hótti afturfyri við at steðga øllum handli við landið, eitt sokallað Embargo, um tey ikki hjálptu USA.

Spanski forsætisráðharrin svaraði hóttanunum hjá Donald Trump um handilsbann:

-Summi siga, at hetta er naivt. Tað, sum er naivt, er at halda, at harðskapur er loysnin. Ella at halda, at blind agtan og totalt lýdni er leiðsla.

Men hettar avsannar ein spanskur ráðharri eftir øllum at døma fyri tíðindastovuni AFP.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59