Ongi úrslit

Aftur innbrot í nátt

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Løgreglan hevur aftur nú fingið fráboðan um eitt innbrot. Hesaferð er brotið inn hjá Borg á Hálsi í Havn.

Løgreglan sigur, at enn vita tey ikki, hvussu tjóvarnir eru komnir inn, ella um nakað er stolið, tað fara tey at kanna nú fyrrapartin.

Hesar seinastu dagarnar eru tvey onnur innbrot meldað til løgregluna, annað á Effostøðini í Kollafjarðardali og hitt var í Rúsuni á sandi. Í Rúsuni var einki stolið, men á Effostøðini vóru nakrar túsund krónur stolnar.

Løgreglan hevur ikki funnið gerningsfólkini, men tey høvdu ymsar slóðir at elta.

Men nú skulu tey eisini kanna um samanhangur er ímillum hesi trý innbrotini.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Alt selt eftir ein minutt

Í gjár kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Minningarorð um Paula Nielsen: Hann var ikki tann, sum ræddist broytingar

26. november kl. 12:20