Aftur í mrgun eru tað nógvir bileigarar í Havn, sum koma út í tún til ein bil við ongum nummarplátum.
Løgreglan hevur fingið ein lista frá Akstovuni yvir bileigarar, sum ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár.
Løgreglan er eisini farin miðvíst til verka at arbeiða seg ígjøgnum listan og síðstu nátt var løgreglan heima hjá heili 87 bileigarum í Havn og hevur tók pláturnar av bilunum.
Aftur í nátt hevur løgreglan leitað eftir bilum, sum standa á listanum og í nátt eru pláturnar tiknar av 27 bilum í Havn.
Sostatt hevur løgreglan tikið pláturnar av tilsamans 114 bilum í Havn hesar báðar seinastu næturnar.
Hesa næstu tíðina fer løgreglan at arbeiða seg ígjøgnum listan. Og støðan er so sára einføld: Hava bileigarar, sum eru á listanum, ikki kvittan fyri, at vegskatturin er goldin, verða pláturnar tiknar.