Ongi úrslit

Aftur herverk á bil í Havn - framferðin var tann sama

Áki Bertholdsen
11. mars kl. 07:49

Um vikuskiftið varð tvær ferðir meldað til løgregluna, at herverk var gjørt á bilar, sum stóðu parkeraðir. Í báðum førum vóru bilarnir steinaðir so rútar brotnaðu.

Og nú hevur aftur ein bilur, um stóð parkeraður uttan fyri ein privatan bústað í Havn, verið fyri herverki og aftur hesa ferð, er bilurin steinaður.

Eingin sá herverkið, men tá ið eigarin skuldi í bilin, varnaðist hann, at ein forrúturin hevði fingið skaða.

Løgreglan veit ikki, hvør framdi herverkini um vikuskiftið og tey vita heldur ikki, hvør framdi herverkið hesa ferð, og te hava heldur ikki illgruna til nakran.  

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10