Ongi úrslit

Aftur ein maður tikin fyri at smugla hassj til Føroya

Áki Bertholdsen
8. apríl kl. 07:44

Aftur í gjár varð ein maður tikin fyri at smugla hassj til Føroya. Talan var um ein danskara, sum kom við flogfarinum í gjár.

Tollararnir fingu illgruna til at  maðurin smuglaði rúsevni innvortis, so hann varð lagdur í skannaran á Landssjúkrahúsinum.

Og tað vísti seg, at hann hevði posar av hassji innvortis, so hann varð handtikin og settur í varðhaldið.

Løgreglan sigur, at síðani hevur maðurin avreitt tað hann hevði í sær. Løgreglan vil ikki siga, hvussu stóra nøgd talan var um. Men tey siga, at talan var um so mikið nógv, at tað var ikki bara til egið brúk. Tí er hann skuldsettur fyri at vilja selja hassjið í Føroyum.

Løgreglan kannar nú umstøðurnar í sambandi við málið, um hann hevur onnur mál hangandi yvir sær og annað, og so verður støða tikin til um hann skal fyri rættin alt fyri eitt, ella um hann verður leyslatin, so at hann kemur fyri rættin seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01