Ongi úrslit

Ætla at gera ein nýggjan og serstakan mentanardepil í Vági

Her á Gørðunum, innast á Vágsfjørði, var ein Fiskivinnumiðdepil í Føroyum í síni tíð og nú er ætlanin at gera eitt savn har. Vaskiskúrðurin, sum ætlanin er at gera til savn, er tað hvíta húsið
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:10

Í Vági verður arbeitt við eini ætlan um at gera ein nýggjan mentanardepil við ymsum, sum hevur við sjógvin og sigling at gera.

Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, søkja tey um fíggjarligan stuðul upp á eina millión til ætlanina.

Í Vági hava tey eina ríka sjóvinnusøgu, og tey hava eisini gjørt nógv við at varðveita tann gamla mentanararvin, sum hevur við sjógvin at gera.

Eitt nú hava tey sluppina, Johannu, men tey hava eisini gomlu grindabátarnir, sum eru varðveittir. Grindabátarnir eru 10 í tali, har tann elsti er frá 1873 og teir verða javnan flotaðir.

Og tað var eisini í Vági, at Nólsoyar Páll bygdi skipið hjá sær, Royndina Fríðu, ið var fyrsta skip, sum var bygt í Føroyum.

Tað var í 1804 og er ein var ein stórhending. Og í Vági eru fleiri lutir frá Nólsoyar Pálli í Varðveitslu

Og harumframt vóru nøkur av teimum stóru reiðaravirkjunum í Vági.

Men umstøðurnar eru ikki nakað serligar og tí er endamálið at skipa eitt veruligt savn og at gera ein mentanardepil í Vági.

Búi Dahl, sum er formaður í Vágs Sóknar Bygdasavni, sigur í umsóknini til Løgtingið, at nakrir av grindabátunum hav einki neyst og tí er stórur vandi fyri, at teir forfarast.

Tað eru heldur ikki serliga góðar umstøður at røkja teir og at gera tær neyðugu ábøturnar.

Tí er endamálið at útvega høli, sum bæði kunnu vera neyst, framsýningarhøli, bátaverkstaður, umframt høli til framløgur og undirvísing.

Tey hava tilsøgn um at fáa gamla, søguliga vaskiskúrðin á Gørðunum til endamálið, umframt Pumpuhúsið, sum er bygt upp at vaskiskúrðinum.

Tað var nettupp virksemið á Gørðunum sum var ein ímynd av vinnuliga framburðinum í Vági, og í øllum landinum í meiri enn eina hálva øld rundan um aldarsliftið.

Beint har um vegir eru longu eisini fleiri onnur søvn, bæði listasavn og bygdarsavn, mentanarhúsi, gomlum neystum við føroyskum bátum.  

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32