Tað almenna skal ikki ganga undan at trýsta lønirnar í samfelagnum, upp. Tað heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Tað vóru mong, sum ressaðust við tá ið tað frættist, at tá ið stjórin á Posta segði upp herfyri, fekk hann seks mánaðarlønir við sær. Men serliga vakti tað ans, at hann eisini fekk 200.000 krónur í bonus, ella avriksløn, hóast hann bara hevði verið stjóri í einar 11 mánaðir.
Tí hevur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin um hesi viðurskifti, og hvat hann heldur um astjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, tá hann sjálvur hevur sagt upp.
Lansstýrismaðurin sigur, at hansara greiða fatan er, at tað almenna skal ikki ganga á odda at trýsta lønirnar uppefti. Tí hevur hann mælt til hovsemi tá ið stjórar verða settir.
– Tá ið Posta setti stjóran, sum nú hevur sagt upp, gjørdi eg tí nevndarformanninum greitt, at tað skuldi vísast hóvsemi við lønini, og at bonus skuldi verða knýtt at ítøkiligum avrikum, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Hann sigur, at hetta varð eisini gjørt, og nýggi stjórin fekk munandi minni í løn enn tann undanfarni.
– Eg havi umrøtt fráfaringaravtaluna við nevndarformannin, og hann hevur veitt mær vissu fyri, at nevndin metti at bonussið var innan fyri karmin í sáttmálanum, tí at nevndin var nøgd við tað arbeiðið, ið stjórin hevði avrikað, fyri at venda gongdini í felagnum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann leggur afturat, at stjórin í Føroya Tele fær eisini munandi minni í løn enn hann fekk tá ið hann var stjóri í telefelagnum í Grønlandi.
Hann skoytir kortini upp í, at fleiri sáttmálar í almennum partafeløgum eru gjørdir áðrenn hansara tíð sum landsstýrismaður, og fleiri liggja undir øðrum landsstýrisfólkum.
– Tað er eisini ilt at siga, hvør løn er tann rætta, tí tað eru ymisk lønarløg og viðurskifti í teimum ymsu virkisgreinunum.
Bjarnir Kárason Petersen heldur, at teir sáttmálar, eru gjørdur í hansara tíð í landsstýrinum, hava hildið halda innan fyri karmarnar um løn í almennum partafeløgum. Ein partur av tí er, at bonus skal vera tengt at ítøkiligum avrikum.
Samstundis skal bonus ikki vera yvir 25 prosent av árslønini og fráfaringarsamsýningin ikki eigur at vera hægri enn 12 mánaðarlønir.
– Eg ætli mær at taka samsýningarpolitikkin upp við nevndirnar fyri at tryggja, at øll feløgini eru á rættari kós hesum viðvíkjandi, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Hinvegin leggur hann eisini afturat, at hóast mælt verður til hóvsemi í lønini, tá nýggir stjórar verða settir, slepst illa undan, at teir hava ábyrgd av milliardavirðum hjá landinum og at teir tí skulu hava eina kappingarføra løn.