Atlantic Airways hevur í dag lagt út eitt áhugavert uppslag á Facebook. Tað snýr seg um tveir feðgar sum, bókstaviliga, hava flogið saman fyri fyrstu ferð.
Atlantic Airways skrivar:
-Feðgar á flog
Tað var ein serlig løta seinnapartin, tá ið Jakup Lauritsen, skipari, og sonurin Conrad Dahl Lauritsen, styrimaður, kundu seta seg í stýrhúsið á veg til Keypmannahavnar.
Hetta er fyrsti flogtúrurin hjá feðgunum saman við róðrið, og vit vóna, at tað gerst til nógvar fleiri.
Gott flog, tit báðir