Ongi úrslit

5 fløskuhálsar sum steðga skjótari bústaðarbygging

Her eru 5 ítøkilig tankar, sum tað privata, kommunur og tað almenna rættiliga skjótt eiga at kunna fremja fyri at fáa fleiri búeindir í landinum

Eirikur í Jákupsstovu valevni fyri Tjóðveldi
2 tímar síðan

Fyri at lofta bústaðartørvinum er neyðugt at byggja fleiri bústaðir og tað skjótt eisini. Hetta eru øll samd um.

Tó hava vit sæð, at tá viðgerðin av hesum veruliga byrjar, so fer prátið øgiliga skjótt at snúgva seg um arbeiðsbólkar, lendisætlanir, langtíðarætlanir og byggikunngerðina. Alt viðurskifti, sum taka tíð.

Men tørvurin er beint nú, og tí snýr tað seg eisini um at gera nakrar skjótar loysnir.

Her eru 5 ítøkilig tankar, sum tað privata, kommunur og tað almenna rættiliga skjótt eiga at kunna fremja fyri at fáa fleiri búeindir í landinum.

1. Verkætlanir fyrireikaðar eftir verandi byggisamtyktum

Fleiri stykki eru útlutaði til verkætlanir hjá Bústaðum og/ella privatum, har tað er klárt at fara í gongd. Byrjið at byggja har - tað loysir seg heilt vist fíggjarliga - ella latið stykkini til onkran annan.

2. Fleiri byggimálsviðgerðar

Starvsfólk í kommunum gera sítt besta at hava skjóta og rætta byggimálsviðgerð. At síggja til er starvsfólkaorkan til økið tó lítið økt seinastu 15 árini, sjálvt um byggingin er økt munandi. Setið fleiri góð fólk.

3. Skjótari viðgerð av byggisamtyktarbroytingum

Í flestu kommunum eru byggisamtyktir mest gjørdar til hús og ikki íbúðir, sum er tað, ið bankarnir í dag vilja fíggja.

Tað ger tað neyðugt at broyta byggisamtyktir, tá íbúðir skulu gerast. Hetta gongur ofta seint, tí fyrst skal tað ígjøgnum kommununa, síðan í Umhvørvisstovuna og Býarskipanarnevnd Landsins og til endans skal landsstýrisfólkið góðkenna.

Dømir eru um bústaðarverkætlanir, har hesin parturin tók 19 mánaðir. Tað er longri enn byggitíðin kann vera til slíkt.

Tað vil eg arbeiða fyri verður loyst sum skjótast!

4. Styttri og færri hoyringar í samband við bústaðarbygging

Broytingar í byggisamtyktum ella møgulig frávik frá byggisamtyktum skulu eftir dagsins reglum vera í hoyring í 6 vikur.

Vísir tað seg so, at tað eru viðmerkingar, so skulu hesar viðgerast – tað skulu tær sjálvandi væl og virðiliga – og so skal ætlaða broytingin lýsast enn eina ferð við 6 viku freist. Soleiðis kunnu skjótt nógvir mánaðir ganga.

Vit eiga at viðgera, um hesar hoyringarfreistirnar - sum koma frá tíðini, tá vanlig brøv vóru skjótasti samskiftishátturin - møguliga kunnu styttast til 4 vikur til dømis, men við einum nógv størri kravi um beinleiðis kunning til teirra, sum verða beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkað av ætlaðu broytingini.

Hartil er upplagt at kanna møguleikan fyri ikki at gera nýggja hoyring, um kommunustýrið aftaná hoyringina ger smávegis tillagingar, sum ikki órógva onnur.

5. Størri orka til matrikulering

Tað er ofta drúgv bíðitíð, tá broytingar skulu gerast í matriklum - til dømis, tá eitt stykki skal býtast sundur til íbúðir. Hetta sjálvt um eitt gjald verður goldið matrikulpartinum av Umhvørvisstovuni fyri at taka sær av matrikulering, sum er hægri enn tað kostar Umhvørvisstovuni at gera arbeiðið.

Tí skuldi tað verið beinleiðis inntøkuskapandi fyri Umhvørvisstovuna at seta meira orku av til hetta, og tí vil eg arbeiða fyri.

Tað kann sjálvandi vera, at tað eru onkrir partar í hesum, sum eg ikki heilt havi skilt, men hetta eru alt viðurskifti, ið eg haldi eiga at kunna verða loyst uttan serliga stórt hóvasták, nú mann eftir hondini hevur gott yvirlit yvir økið.

Grundtankin í skipanunum MÁ jú vera, at fólk skulu kunna seta búgv í Føroyum.

Hvat heldur tú kann gera mun?

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25