Ongi úrslit

5 daga veðurforsøgn

© Gije
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 13:10

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur regn. Hitin 8 til 10 stig. Út á seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og í støðum turrari.

Í kvøld veksur vindurin til strúkur í vindi upp í skrið av landsynningini, 13 til 18 m/s. Skýggjað og tað fer aftur at regna. Hitin 8 til 10 stig.

Móti morgni í morgin minkar vindurin eitt skiftið til frískt lot til frískan vind framvegis av landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárnar eitt skiftið til hálvskýggjað og ælaveður.

Týsdagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Út á dagin veksur hann til strúk í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn. Út á kvøldið støkkur hann yvir í útsynning og minkar vindin til frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Mikudagin

Frískt vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Út á kvøldið landsynningur. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum frá líður vestan. Smáskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5m/s. Sum frá líður norðan. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

11 tímar síðan

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48