Í februar í ár vóru 29.859 fólk til ar beiðiðs í Føroyum.
Tað eru 369 fleiri fólk, ella 1,3 prosent fleiri, enn fyri einum ári síðani, sigur Hagstovan.
Tey vóru gott og væl 15.237 menn og 14.622 kvinnur í starvsfólkaskaranum í februar. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá monnum, sum vóru gott 200 fleiri. Kvinnurnar vóru knapt 170 fleiri.
Alt hetta merkir, at tað eru alsamt fleiri fólk til arbeiðis í Føroyum, men hesi seinastu árini er vøksturin viknaður.