Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað veruleiki. Nýggi nigerianski álopsspælarin hjá HB er komin í Gundadal. Hann er tó ikki á listanum í dag, nú HB er við Margáir og klokkan 15 fer at spæla landskappingardyst ímóti EB/Streymi.
28 ára gamli álopsspælarin Moses Ebiye hevur síðst spælt við Motherwell í Skotlandi. Har var hann frá í mars 2024 og fram til á sumri í 2025, og síðani tá hevur hann ikki verið bundin at sáttmála í øðrum felag.
Áðrenn hann kom til Motherwell, spældi Moses Ebiye fótbólt í Norra. Har spældi hann í bestu deildini við Lillestrøm og eisini øðrum feløgum bæði í bestu og næstbestu deildini. Hesi eru HamKam, Tromsø og Aalesund.