Ongi úrslit

230.000 skjøl eru nú almannakunngjørd

Eru stúrin fyri um skjølini kunnu nýtast til at spilla arvin hjá pápa teirra

Jóhanna Højgaard
22. juli kl. 12:20

Stjórnin hjá Donald Trump hevur almannakunngjørt 230.000 síður av skjølum, í sambandi við morðið á borgararættindastríðsmannin Martin Luther King Jr.

Pam Bondi og Alveda King

einum tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá rættarmálaráðnum, sigur amerikanski løgmálaráðharrin Pam Bondi:

- Amerikanska fólkið hevur uppiborið svar áratíggju eftir ógvusliga morðið, á einum av stóru leiðarunum í tjóð okkara.

Hon sigur eisini, at advokatar hjá rættarmálaráðnum hava brúkt fleiri hundrað tímar uppá, at fyrireika og talgilda skjølini áðrenn tey verða givin út.

- Meðan vit enn syrgja deyða hansara, er avloysingin og útgávan av hesum skjølum, eitt søguligt stig móti sannleikanum sum amerikanska fólkið hevur uppiborið, sigur Dr. Alveda King, ein familjulimur hjá King Jr.

Stúrin børn

Tey bæði børnini hjá King, Martin Luther King III og Bernice King, hava sagt seg stuðla gjøgnumskygni og søguligari ábyrgd.

Tey eru tó varug við, at skjølini kunnu nýtast til at spilla arvin hjá pápa teirra.

- Vit biðja tey, sum fáast við at geva hesi skjøl út, um at gera tað við samkenslu, afturhaldi og virðing fyri áhaldandi sorgini hjá familjuni, stendur í fráboðanini.

Martin Luther King III

Í eini longri fráboðan á miðlinum X, siga Martin III, 67 ár, og Bernice, 62 ár, at morðið á pápa teirra leingi hevur verið eitt evni av áhuga. Tað hevur hugtikið almenningin í fleiri áratíggju.

Samstundis løgdu tey dent á tað persónliga í málinum og heittu tí á, at hesi skjøl skulu síggjast í teirra fullum søguliga samanhangi.

- Sum børn hjá Dr. King og frú Corettu Scott King, hevur hansara syrgiligi deyði verið ein djúpt persónlig sorg - ein knúsandi missur fyri konu hansara, børnini og abbasonin, sum hann ongantíð fekk møtt.

Bernice King

Tað er ein frávera, sum okkara familja hevur livað við í yvir 57 ár, skrivaðu Martin Luther King III og Bernice King.

Bernice King var 5 ára gomul, tá pápi hennara varð dripin sum 39 ára gomul. Martin III var 10 ára gamal.

Tey endurtóku eisini leingi hildnu áskoðanina hjá familjuni um, at James Earl Ray, maðurin, sum varð dømdur fyri morðið á King, ikki einsamallur hevði ábyrgdina -um hann yvirhøvur hevði nakra ábyrgd.

James Earl Ray

James Earl Ray doyði í fongslinum í 1998.

Kenda talan hja King Jr. I have a dream

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14