Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
10. januar kl. 14:32

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Lot til frískt lot millum sunnan og landsynning, 3 til 8 m/s, í kvøld lot eystan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum heglingur. Hitin 1 til 5 stig. 

Sunnudagin

Frískur vindur upp í strúk millum eystan og landsynning, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, seinnapartin lækkar hann í sunnan. Samdrigið og regn, hitin 3 til 8 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, seinnapartin av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Út á kvøldið veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, ið spakuliga minkar niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Fyrst skyggjað og ælaveður, seinni hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 5 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og okkurt ælið, hitin 2 til 6 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Fyrst skýggjað og regn ella ælaveður, seinni yvirhøvur turt. Hitin 2 til 5 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41