Gamli Bókhandilin í Havn fyllir 160 ár í ár Hann varð stovnaður í 1865 og hevur síðan tá verið ein fastur partur av bókmenta- og mentanarlívinum í Føroyum.
Tilsamans eru tíggju fólk knýtt at bókhandlinum í dag.
Í sambandi við 160-ára haldið varð skipað fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum tann 15. novembur. Har greiddi Erling Isholm frá søguni um tey, sum stovnaðu bókhandilin og fyrstu ættirnar, meðan Malan Marnersdóttir fortaldi um forlagið, sum í dag er ein týðandi partur av virkseminum.
Bókhandilin er ikki ogn hjá nøkrum einstaklingi, men verður rikin sum ein grunnur
Jólatíðin – tann mest livandi tíðin á árinum
Upp undir jól er nógv lív í bókhandlinum. Starvsfólkini hava nógv at gera – hyllarnar skulu fyllast, nýggjar bøkur koma inn hvønn dag, og fleiri kundar koma á gátt, men starvsfólkini eru væl fyrireikaði og fólk eru glað.
At arbeiða í bókhandli upp undir jól hevur ein serligan dám. Tað er myrkt úti, ljósini í gøtuni lýsa, og starvsfólkini síggja beinleiðis jólastemningin uttanfyri, og síðani er ein kafé við síðuna av og har kemur mildur angi av gløggi og nýbakaðum bakstri, sum fyllir hølini.
Í bókhandlinum er ein metsølulisti, har ein kann síggja, hvørjar bøkur seljast best í løtuni.
Listin verður dagførdur eina ferð um vikuna og hesa tíðina broytast teir næstan dagliga, tí so nógvar nýggjar bókur koma hvønn hvørja viku
Sølan millum føroyskar og útlendskar bøkur er javnt býtt. Føroysku bókmentirnar eru sterkar, men útlendskar bøkur selja eisini væl.
Forlagið
Forlagið hevur í ár givið út eitt serligt søgukort – eitt kort, sum tú kanst leggja við eini peningagávu ella blómum.
Í kortinum er samstundis ein lítil stuttsøga, sum ger tað til eina gávu við innihaldi.
Tilsamans eru átta ymiskar søgur givnar út: Seks á føroyskum, ein á enskum og ein á týskum.
Endamálið við søgukortunum er at geva íblástur til lesihug og samstundis vísa á føroyskar rithøvundar.
Oddbjørg, Mia, Guðrun, Rakul, Kris, Tina og Silja hava, á hvør sín hátt, greitt frá gongdini í bókhandlinum hesa tíðina og ynskja lesarum vælkomnum inn á gólvið í hugnaliga gamla bókhandilin mitt í Havn.