Fyrr í ár varð søkt eftir nýggjum stjóra til Strandferðsluna, eftir at Niels Juel Arge fór út starvi seinasta tann 17. novembur í heyst.
Síðani hevur Dánjal Samuelsen, sum var samferðsluleiðari á Strandferðsluni, verið virkandi stjóri.
Freistin at søkja starvið fór í gjár og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at 15 umsóknir komu inn.
At vera stjóri á Strandferðsluni er eftir øllum at døma eitt mannfólkastarv, tí bara ein av teimum 15 umsøkjarunum er kvinna.
Aðalstjórin sigur, nú val er útskrivað, er ikki heilt greitt, hvussu farið verður fram, men tað verður í hvussu so er eingin stjóri settur fyrr enn nýtt landsstýrið er skipað eftir valið, og sostatt verður tað nýggja landsstýrisfólkið sum skal seta starvið.
Nýggi stjórin á Strandferðsluni, verður tann 18. stjórin í røðini á Strandferðsluni síðani 1965 - tá ið fyribilsstjórar, og virkandi stjórar, eru taldir við.
Serliga hesi seinastu árini hevur stjórastólurin á Strandferðsluni verður heitur. Her er eitt yvirlit, www.in.fo hevur gjørt yvir stjórar á Strandferðsluni hesi seinastu 61 árini síðani 1965.
Stjórar á strandiferðsluni síðani 1965 hava verið:
Nr. 1 Johan Restorff Jacobsen 1965-1992
Nr. 2 Thomas Arabo 1973-1981, 1989-92, 1994-96
Nr. 3 Thomas Magnussen 1992-94
Nr. 4 Erling í Liða (fyribilsstjóri) 1996-97
Nr. 5 Reidar Nónfjall 13. jan 1997 - 31. des 2002
Nr. 6 Kristian Davidsen 1. januar 2003 - sep 2006
Nr. 7 Niels Juel Arge (fyribilsstjóri) sep 2006 - 30. apríl 2007
Nr. 8 Regin Vágadal 1. mai 2007 - 19. nov 2007 (Hesa tíðina flutti SSL til Suðuroyar)
Nr. 9 Jákup Danielsen (fyribilsstjóri) 19. nov 2007 - 30 apr 2008
Nr.10 Dánjal Andreasen 1. mai 2008 - 31. jan 2009
Nr.11 Bogi Mortensen 1. februar 2008 - 31. jan 2009
Nr.12 Hans Johannes á Brúgv (fyribilsstjóri í tríggjar vikur) frá 18. desembur 2013
Nr.13 Regin I. Jakobsen (fyribilsstjóri) 13. jan 2014 - 31. mai 2014
Nr.14 Hilmar Eliassen 1. jun 2014 - 30. apr 2022
Nr.15 Jóan Petur Abrahamsen (fyribilsstjóri) 1. mai í 2022 til 31. oktobur 2022
Nr.16 Niels Juel Arge, frá 1. novembur 2022 til 17. novembur 2025.
Nr 17 Dánjal Magnusen, (fyribilsstjóri) frá 17. novembur 2025 til?