Á Mýravegnum fer skjótt ein spennandi verkætlan í gongd.
Talan er um 14 nútímans búeindir, hvør 84 m² til støddar.
Áhugin hevur verið stórur, og tær fyrstu 7 búeindirnar eru longu seldar, og arbeiði við at planera og byggja fer í gongd innan stutta tíð.
Hinar 7 búeindirnar verða eisini settar til sølu skjótt, og stórur áhugi er eisini fyri teimum. Tá hesar eru seldar, verður farið undir næsta byggistig.
Vit fegnast um hesa jaligu gongd og gleðast um, at bæði ung og eldri velja at seta búgv í kommununi, skrivar Sørvágs kommuna.
