Ongi úrslit

“111 góðir dagar” er útvaldur til Stockfish Film Festival í Reykjavík

Filmurin "111 góðir dagar" eftir Trygva Danielsen, er útvaldur til Stockfish Film Festival 2022, sum er ein filmfestivalur í Reykjavík.

Sigurjón Einarsson
18. mars 2022 kl. 17:30

Filmurin verður at síggja í Bioparadis í Reykjavík tann 25. apríl, har Trygvi Danielsen eisini verður til staðar.

Tað skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík á sínum Facebook-vanga.

Birkblog skrivar um filmin, at fyrsti filmurin hjá Trygva Danielsen er forloysandi og, hóast sýrutur og flipputur í støðum, hevur eina greiða søgugongd.

Á Facebook-síðuni hjá filminum verður sagt, at ”111 góðir dagar er ein spælifilmur á 93 minuttir. Hann snýr seg um tvær vilstar sálir, sum hittast ferð eftir ferð undir margháttligum umstøðum í Havn. Tað vísir seg, at teir eru samantvinnaðir av onkrari størri megi.”

Filmurin “111 góðir dagar” vann Geytan í 2018.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41